Pengarnir skulu játtast

Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur boðað Fíggjarmálaráðnum og restina av landsstýrinum frá, at hann hevur tørv á 20 milliónum krónum afturat í ár. Pengarnir koma við í eykajáttanarlóg fyri november, sum verður løgd fyri løgtingið í næstu viku.

Neyðugt verður at játta 20 milliónir krónur afturat til serviðgerðir uttanlanda í eini eykajáttanarlóg, ið verður løgd fyri løgtingið seinni í hesum mánaðinum. Bill Justinussen hevur boðað Fíggjarmálaráðnum og restina av landsstýrinum frá, at tørvur er á pengunum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum vísir á, at tað slepst snøgt sagt ikki undan at játta pengarnar.
- Vit hava eina lóg, ið heimilar læknunum at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar, tá teir meta tað vera neyðugt. Tí noyðast vit eisini at gjalda fyri tað, eisini um upprunaliga játtanin á fíggjarlógini ikki verður hildin, vísir Bill Justinussen á.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, leggur í hesum døgum síðstu hond á eina eykajáttanarlóg fyri november. Ætlanin er at savna allar játtanir, ið ikki eru brúktar, og eisini møguligar meirnýtslur í hesi eykajáttanarlóg, ið hann væntandi fer at leggja fyri Løgtingið um eina viku ella so.
Karsten Hansen sigur, at tær 20 milliónirnar til serviðgerðir uttanlanda verða við í hesi eykajáttanarlóg fyri november.
- Vit mugu bara staðfesta, at pengarnir eru brúktir, og tí verður neyðugt við eini eykajáttan uppá 20 milliónir krónur. Karsten Hansen er í løtuni í holt við at smíðja eykajáttanarlógina, og tí er ov tíðliga at siga, hvar tær 20 milliónirnar skulu finnast, sigur hann. Hann vísir á, at antin mugu pengarnir finnast á øðrum játtanum, ella má fíggjarlógin hækkast.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur áður boðað frá, at í ár fara millum 40 og 45 milliónir krónur at leypa av á ymsum játtanum, ið ætlandi skulu flytast til ymsar íløgur næsta ár, m.a. Norðoyatunnilin. Karsten Hansen sigur, at talan verður ikki um at skerja íløgur næsta ár burtur av hesi orsøk.
- Her er talan um eina rakstrarjáttan, ið ikki er hildin. Vanliga verða íløgu- og rakstarjáttanir ikki samantvinnaðar, og tí mugu vit finna pengarnar aðrastaðni, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin fer væntandi at leggja eykajáttanina fyri løgtingið í næstu viku. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu stór samlaða eykajáttanin fyri november verður, tí fyrireikandi arbeiðið er ikki liðugt enn, sigur Karsten Hansen.

Sami trupulleiki næsta ár
Á fíggjarlógini fyri í ár eru 60 milliónir krónur játtaðar til serviðgerðir uttanlanda, og sum nevnt er hetta talið 20 milliónir ov lágt. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru 70 milliónir settar av til endamálið. Sostætt koma 10 milliónir krónur at mangla í, um útreiðslan næsta ár verður tann sama sum í ár.