Pengarnir skulu býtast javnari runt landið

Borgarstjórin í Havn vil telja ólavsøkuna uppí roknistykkið um hvussu inntøkurnar skulu javnast ímillum kommunurnar

Skulu vit hava eina kommunala útjavning í Føroyum, har vælbjargaðar kommunur rinda til tær kommunur, sum ikki eru so væl fyri.

 

 

Tað var ein spurningur, teir fimm borgarstjórarnir fingu á valfundi, SMS skipaði fyri í gjárkvøldið. Og teir flestu borgarstjórarnir halda, at vit eiga at hava eina slíka skipan.

 

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at landsmyndugleikarnir eru longu farnir at javna ímillum øki í landinum, tí teir hava álagt fiskivinnuni, sum er mest í útjaðaranum, eitt tilfeingisgjald, sum teir síðani hava brúkt til skattalætta til allar Føroya.

 

 

Men hann heldur eisini, at tað er neyðugt við eini útjavning, so at munurin ímillum økini ikki verður so stórur.

 

 

Heðin Zacharisen, borgarstjóri í Sunda Kommuna tekur eisini undir við eini útjavning - men við máta.

 

- Tað má framvegis vera soleiðis, at fólk kring landið verða eggjað til at menna økini og at stremba eftir at byggja út.

 

Hann heldur eisini, at tað er er avgerandi at framburður og menning sprettir úr lokala umhvørvinum. Hinvegin ásannar hann, at tað er stórur munur á økjunum í Føroyum. Føroyar kunnu ikki bara býtast sundur í Landið og kommunurnar, Føroyar kunnu býtast sundur í Landið, Tórshavnar Kommuna, og so allar hinar kommunurnar.

 

 

- Men eg haldi heldur ikki at vit skulu ræðast, at økini kappast ímóti hvørjum øðrum.

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ger greitt, at skulu vit tosa um útjavning, skulu vit ikki bara hyggja at inntøkunum í teimum ymsu økjunum, vit skulu eisini taka útreiðslurnar við og seta alt upp ímóti hvørjum øðrum.

 

Og í hesum sambandi staðestir Heðin Mortensen, at Tórshavnar Kommuna hevur stórar útreiðslur, eisini av landsuppgávum, sum kommunan røkir.

 

 

Tá ið hann varð spurdur, hvørjar landsuppgávur, hann tosar um, sigur hann, at tvey dømi eru ólavsøkan og asfaltering.

 

 

Tórshavnar Kommuna ber allar útreiðslurnar av ólavsøkuni, sum er fyri alt landið, og vit brúka hvørt ár milliónir upp á at asfaltera vegir, sum fólk aðrastaðni frá, sum koma til Havnar, slíta upp.

 

 

Tá ið alt tað er talt við, verður neyvan so nógv at javna frá Tórshavnar Kommunu til aðrar kommunur, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu heldur, at kommunurnar eiga at vera javnari fyri.

 

 

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur, at útjavning er eitt ringt roknistykki, tí tað er nógv, sum kann takast við, inntøkur, útreiðslur, havnir, vegir, ung og gomul.

 

 

 

Hann trýr ikki upp á, at tað ber til at gera eina rættvísa útjavning ímillum kommunur. Skal útjavning vera, er einasti máti at javna frá Landi til kommunur, sigur Jóhan Christiansen.