Pengarnir renna í kommunukassan í Sørvági

Inntøkan hjá Sørvágs kommunu hevur staðið í stórum vøkstri teir seinastu mánaðirnar. Í august vaks skattainntøkan heili 32,6 prosent og í september 26,4 prosent.

Í september fekk Sørvágs kommuna 3,8 milliónir krónur í kassan samanborið við 3,02 millióir í september fjør. Talan er sostatt um ein mun uppá 798.671 krónur ella 26,38 prosent.

Tað skrivar Vágaportalurin.

Mánaðirnar januar-september í ár eru skattainntøkurnar 23.335.220 krónur aftur ímóti 21.716.388 krónum sama tíðarskeið í 2008. Munurin er 1.618.832 krónur ella 7.45 prosent fyri hesar mánaðirnar í meðal, skrivar Vágaportalurin.