Rætturin í Horsens tók í gjár upp aftur rættarmálið, har ákærur eru um svik fyri fleiri mió. krónur í lemmavirkinum Injektor Trawldoors í Danmark.
Stjórin og ein bókhaldari eru ákærdir fyri svik fyri átta mió. krónur.
Eftir einum mánaði vaks hallið úr 2,5 til 7,5 mió. krónur, og leiðslan hevði ta fatan, at óreglusemið í veruleikanum var 10-11 mió. krónur, skrivar Horsens Folkeblad.
Hesar upplýsingar komu frá vitninum Steen Aabo, pengamaður i Horsens. Hann var eitt skifti stjóri í fyritøkuni og átti 17 prosent av partapeninginum. Hann segði, at pengarnir bara hvurvu.
Kassakreditturin hjá fyritøkuni var sjey mió. krónur, og honum bar til at brúka av treytað av, at ognarar vóru fyri upphæddirnar. Teir ákærdu stóðu fyri tí partinum. Stjórin hevði samband við skiparar og viðskiftafólk sum heild og skuldi krevja pengarnar inn, og hin maðurin gjørdi roknskapin.
- Men tað gekk illa at fáa pengarnar inn, og tá ið vit fóru at grava djúpari, komu vit eftir, at listin við ognarunum ikki var rættur. Fyritøkur, sum stóðu til at skylda nógv, høvdu ikki keypt frá okkum í fleiri ár. Og fólk, sum høvdu váttað, hvat vit áttu til góðar, høvdu ikki starvast í fyritøkuni í upp til fimm ár, segði Steen Aabo.
Óreglusemið hevði við sær, at bókhaldarin varð burturvístur í mai 2010 og stjórin nakrar mánaðir seinni.
Í rættinum í dag verða fleiri vitni avhoyrd. Millum annað skal uppfinnarin av trollemmunum Helgi Larsen vitna, og tað koma eisini vitni úr Kina, har lemmarnir vórðu framleiddir.