Pengarnir hjálpa ikki

Karsten Hansen, landsstýrismaður, heldur ikki, at landið fær nóg mikið burturúr játtanini, tá ið landið hevur játtað fleiri pengar seinastu árini, men støðan bara versnar. Løgmaður ætlar ikki sjálvur at gera nakað við málið

 

Heilsuverk

Tá vit fingu orðið á Karsten Hansen, landsstýrimann, fríggjamorgunin, og spurdu hann, hvat hann helt um støðuna við sjúkrastystrunum á B6, so svaraði hann fyrst, at hetta sjálvandi ikki var hansara málsøki at umsita, men hann kundi undrast á nøkur ting í hesum sambandi.

-Vit hava nú í fleiri ár játtað fleiri pengar til heilsuverkið og landssjúkrahúsið, og hetta er harafturat umframt lønarhækkingarnar. Framvegis so gerst støðan tó bert verri og verri hjá heilsuverkinum, og vit hoyra bert um, hvussu ring støðan er, sigur Karsten Hansen.

Hann leggur dent á, at teir hava játtað yvir 10 míó. meira til sjúkrahúsini seinasta árið, men tað tykist bert sum um, at hetta ger støðuna verri.

Karsten Hansen sigur, at tað ikki skal skiljast soleiðis sum um, at tað sum sjúkrasystrarnar á B6 bera fram ikki er rætt. Somuleiðis sigur hann tað als ikki vera nakað hald í tí, at hetta nú skal vera eitt gjald fyri fullveldi.

-Vit kunnu seta okkum tann spurning: Hvat er tað vit betala fyri?, sigur Karsten Hansen.

Landsstýrismaðurin setir spurnartekin við bygnaðin, tá ið støðan er so mikið ring sum hon er. Hann sigur seg somuleiðis áður hava skotið upp, at skipa eina nevnd at hyggja nærri eftir júst hesum viðurskiftunum, men hetta var ikki vilji fyri í landsstýrinum.

Tá vit spyrja hann, um hann nú fer at krevja meira, sigur hann, at tað er klárt, at hann má krevja meira, men tað er trupult hjá honum at gera tað nógva, tá ið tað er løgtingið sum játtar peningin og annað stýri sum umsitur.


Ger einki

Tá málið við uppsagnunum á Landssjúkrahúsinum var frammi í sambandi við uppsagnina av Jógvan Mørkøre, so hótti løgmaður, Anfinn Kallsberg, við sjálvur at taka neyðugu stigini.

Í hesum førinum ætlar løgmaður ikki at gera so nógv burturúr, tá hann eisin metir, at hetta er heilt annað mál.

-Málið hevur verið viðgjørt í landsstýrinum, og málið liggur hjá Sámali Peturi í Grund og Almanna og heilsumálinum at umsita, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður hevur onga viðmerking til úttalilsini hjá Karsten Hansen.

Tað eydnaðis okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Aibritt á Plógv, aðalstjóra ella forkvinnuni í Sjúkrasystrafelagnum.