Pengarnir ganga undan

Játtanin til arbeiðið í Gásadlastunlinum í ár verður nakað skjótt uppbrúkt. Tó væntar landsverkførðingurin, at loftið verður tryggjað, áðrenn uppi er

Játtan

Vágar:Peningurin, sum avsettur er til arbeiðið í Gásadalstunlinum í ár, verður skjótt uppi, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Hann væntar tó, at loftið verður liðugt tryggjað, áðrenn teir gevast at arbeiða.
Men hóast so verður, verður ikki latið upp fyri almennari ferðslu til Gásadal kortini, sigur hann. Gásadalsfólk fáa eina serskipan, men onnur mugu famvegis brúka gomlu gøtuna um fjallið.
Spurdur um tað fer at bera til eitt nú at fáa eina avtalu um at flyta ferðaløg gjøgnum tunnilin við bussi, sigur landsverkfrøðingurin, at tað er ikki tikin nøkur støða til enn.
Hann útihýsir ikki møguleikanum, men heldur, at um so skuldi verðið, verður tað fyri rokning. Tí tað fer at kosta at senda boð eftir fólki at lata upp og aftur í slíkum førum.
Landsverkfrøðingurin veit eins og onnur av, at fólk av og á ganga gjøgnum tunnilin. Men tað er ikki loyvt, tí talan er um eitt byggipláss, har almenn ferðsla ikki er loyvd. Fólk mugu undir øllum umsøtðum vænta, at slík ferðsla er fyri egna ábyrgd, sigur landsverkførðingurin.