Pengarnir bíða eftir Marknagili

Útvið 54 milliónir krónur mugu flytast til næsta ár, tí arbeiðið gongur seinni enn fíggjarliga játtanin til skúladepilin

Hóast tað oftast eru játtanin og pengarnir, sum renna aftaná eini bygging, so ger tað øvugta seg galdandi við Marknagilsdeplinum í Havn.

 

Tá árið í ár byrjaði stóðu 76 milliónir krónur og bíðaðu eftir at vera brúktar til at byggja ein miðnámsskúla í Marknagili í Havn. Tað komst sum kunnugt av, at arbeiðið dróg út, tá upprunaligu tilboðini vístu seg at vera góðar 150 milliónir krónur hægri enn fíggjarliga loftið fyri hesa stóru skúlaætlan. Skúladepilin mátti tí broytast, og hakin varð ikki settur í Marknagil fyrr enn hálvan apríl í ár.

 

Men hóast játtanin til Marknagilsdepilin á fíggjarlógini fyri 2013 varð lækkað við 43,5 milliónum krónum, sum í staðin skulu setast av í hinum endanum, brúkast í so leypa framvegis nógvir pengar av.

 

Sambært nýggjastu tølunum roknar landsstýrið við at brúka smáar 64 milliónir krónur til Marknagilsdepilin í ár.

 

Tað skal haldast upp ímóti, at í ár eru smáar 118 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og tí verða 54 milliónir krónur fluttar til næsta ár, tí fysiska arbeiðið fylgir ikki við fíggjarligu játtanini.

 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru 85 milliónir krónur settar av til Marknagilsdepilin. Tær koma so afturat teimum 54 milliónunum, ið verða fluttar frá játtanini í ár.

 

Í mars í ár samtykti løgtingið, at Marknagilsdepilin kann í mesta lagi kosta 515 milliónir krónur, íroknað innbúgv og útgerð. Tað eru 64 milliónir krónur meira enn upprunaliga verklagslógin frá 2008 gav heimild til.

 

Marknagilsdepilin skal takast í nýtslu á sumri í 2016.