Pengarnir arbeiða alla tíðina

Í kvøld klokkan 20 fer íslendingurin, Baldur Úlfarsson, at halda fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Baldur hevur drúgvar royndir sum íløguráðgevi, fíggjarráðgevi og tryggingarráðgevi – ikki bara í Íslandi, men ymsastaðni kring heimin.

Í fyrilestrinum, sum hann rópar ”Teir spæla – tú vinnur”, fer hann við orðum og myndum at greiða frá, at allir løntakarar kunnu gerast íleggjarar.

- Fólk arbeiða kanska 8-10 tímar um samdøgnið, men pengarnir arbeiða allan sólarringin, sigur hann.

Ísland hevur reist seg aftur eftir sváru kreppuna, og í fyrilestri sínum í kvøld fer Baldur eisini at greiða frá einari ella tveimum nýggjum íslendskum fyritøkum, sum klára seg væl.

Tulkur fer at umseta tað, ið Baldur Úlfarsson fer at siga, til føroyskt, og høvi verður eisini hjá fundarluttakarum at seta íslendinginum spurningar.