Pengar vanta at dagføra bretsku verjuna

Bretski herurin kann ikki longur metast at vera á hægsta stigi eftir fleiri ár við skerjingum

Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharrin, og Rishi Sunak, forsætisráðharri í Bretlandi

Bretska fíggjarmálaráðið sigur í dag, at tey ikki hava neyðugar pengar til verjuna, hóast tað er neyðugt at við dubbing í kjalarvørrinum av krígnum hjá Russlandi í Ukraina. Tað skrivar Sky News.

 

Sjónvarpsstøðin endurgevur keldur í fíggjarmálaráðnum.

 

Keldurnar leggja afturat, at ein ætlan um menning av bretska verjupolitikkinum, sum skuldi verið løgd fram av bretska fíggjarmálaráðharranum, Jeremy Hund, og forsætisráðharranum, Rishi Sunak, í samandi við fíggjarlógina, eftir øllum at døma er útsett til eftir marsmánað, tá fyrliggjandi útkast ikki er nøktandi.

 

Keldurnar siga, at greiða ikki er í stjórnini um málið.

 

Boðini koma, eftir at Sky News í síðstu viku skrivaði, at ein høgtstandandi amerikanskur generalur hevði sagt við bretska verjumálaráðharran, Ben Wallace, at bretski herurin ikki longu kann metast at vera á hægsta støði eftir fleiri ár við skerjingum.

 

/ritzau/

 

Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharrin, og Rishi Sunak, forsætisráðharri í Bretlandi