Pengar til ferðavinnuna eru ein íløga

Tá vit tosa um matstovur, verða ferðafólk ofta nevnd. Og tað er rætt at nevna tey, tí nútímans ferðafólk vilja gjarna uppliva villu og fjarskotnu natúrina í Føroyum, men tey vilja samstundis eisini hava flestu vanligu møguleikarnar. Tað sigur Jóhannes Jensen, hotelstjóri, sum minnir á, at stuðul til ferðavinnuna ikki er olmussa, men ein góð íløga

Týdningarmesta uppgávan hjá almennu Føroyum, tá tað snýr seg um ferðavinnu, er at gera fólk úti í heimi varug við, at tað er eitt stað, sum eitur Føroyar. Altso “branda” Føroyar, sum tað javnan verður sagt í hesum døgum.

Tað heldur Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum samtakinum, sum hevur torført við at skilja, at tað so ofta verður tosað um stuðul til ferðavinnuna, tá evnir sum branding og marknaðarføring av Føroyum eru uppi og venda.

-Tá tú fært nakað aftur fleirfaldað, áttu politikarar og onnur heldur at tosa um tað, sum tað verulig er, nevniliga ein íløga – og enntá ein góð íløga, sigur hotelstjórin.

 

ALT TAÐ VANLIGA

Jóhannes Jensen vísir á, at eitt útlendskt ferðafólk, sum vitjar oyggjar okkara, ivaleyst kemur hendan vegin, tí her er øðrvísi enn aðrastaðni, men tá serstaka føroyska natúran er upplivað, vilja tey allarflestu hava eitt góða máltíð, eitt gott glas av víni ella øðrum afturvið, eitt gott internetsamband á gistingarhúsinum, eina góða song og aðrar nútímans upplivingar og hentleikar. Hetta ger, at góðskan á tí, sum gistingarhús- og matstovuvinnan skal kunna bjóða, má vera av besta slag, og tað kostar.

-Vit fara framhaldandi at royna at bjóða útlendskum vitjandi tað besta, sum vit kunnu, men tað er ikki okkara uppgáva at fortelja úti í heimi, at Føroyar eru til. Hesa uppgávu eigur tað almenna – antin gjøgnum síni egnu feløg, ella við at stuðla privatum, sum vilja taka sær av hesi kunning ella marknaðarføring, at taka sær av, sigur Jóhannes Jensen.

Og nú vit eru við kunning og almenn feløg, so vísir hotelstjórin á, at tað ikki er nóg mikið hjá tí almenna at fara til Brússel við nøkrum tónleikabólkum.

-Eitt tiltak við føroyskum tónleikabólkum í Brússel, er ikki eitt tiltak, sum marknaðarførir Føroyar sum ferðamál, men harafturímóti eitt tiltak, sum marknaðarførir føroyskan tónleik, vísir hann á.

Tað rætta vildi í hesum føri verið, at eitt felag, sum fekst við tónleikavirksemi, fekk stuðul til sítt arbeiði.

-Ja, nú sigi eg stuðul, men aftur her kundi eg brúkt orðið íløgu, tí 10 milliónir krónur til marknaðarføring av øllum møguligum, sum hevur við Føroyar at gera, er sum sagt ikki ein stuðul, men ein íløga, sum vit fáa fleiri ferðir aftur, sigur Jóhannes Jensen.

 

--

 

FAKTA

 

Tað heilt serliga við gistingarhúsum í Føroyum, er at heimamarknaðurin umboðar ein lutfallsliga lítlan part av gistingunum í Føroyum, meðan heimamarknaðurin í flest øllum londum í Evropa umboðar umleið 60% av øllum gistingunum. Útlendsku ferðafólkini í londunum rundan um okkum umboða bert umleið 40 - 45% av samlaðu gistingunum í einstaka landinum. Til samanberingar eru útlendsku gistingarnar í Føroyum umleið 75 - 80%.