Í 1973, í kjalarvørrinum av at Danmark hevði limað seg inn í evropeiska felagsskapin, EF, sum nú hevur skift navn til ES, var fundur hildin millum EF ráðharran fyri økismenning, George Thomson, og danskar myndugleikar.
Heimasíðan wikileaks hevur almannakunngjørt ein samandrátt frá hesum fundi. Hetta er ein samandráttur, sum amerikanska sendistovan í Keypmannahavn hevur sent hinum amerikansku sendistovunum.
Á fundinum førdu danir fram, at teir, nú teir vóru blivnir limir, ynsktu at fáa lut í tí økisstuðuli, sum ætlanin var at luta út, tá økispolitikkurin varð settur í verk. Serliga Grønland hevði tørv á stuðuli, og EF-ráðharrin segði seg skilja hetta sjónarmið, men vildi gjarna vitja Grønland sjálvur.
Føroyar vóru eisini umrøddar á fundinum. Um hetta mundi skuldu føroyingar sjálvir avgera sín limaskap í EF. George Thomson førdi fram, at Føroyar ikki kundu fáa slíkan stuðul, uttan so at teir gjørdust limir í EF.
- Danir vístu tá á, at teir kundu nýta hetta sum agn fyri at fáa føroyingar at akta aftur, stendur í samandráttinum.
Løgtingið avgjørdi í 1974, at Føroyar ikki skuldu gerast limir í EF.