Samgongan hevur sett 400 túsund krónur av í fíggjarætlanaruppskotinum til Sandoynna.
Fólkatalið á Sandoynni lækkar støðug, og ætlanir eru um at gera eina vakstrarætlan fyri Sandoynna, og hendan ætlan skal vísa á møguleikar fyri at skapa fólkavøkstur.
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum ætlar at stuðla hesi verkætlan, sum hann metir er eitt gott íkast til at royna at venda gongdini í Sandoynni.










