Premier League í Onglandi er tann fótbóltskappingini í heiminum, har flest pengar eru í umfari. Ein uppgerð hjá Deloitte vísir, at í 2004/05 vóru inntøkurnar í Premier League umleið 15 milliardir krónur - og tað eru 40 prosent meira enn tann næstríkasta deildin, Seria A í Italia.
Útlit eru til enn fleiri inntøkur hjá teimum 20 feløgunum í Premier League næsta kappingarár. Tá kemur nýggja sjónvarpsavtalan nevniliga í gildi. Feløgini Sky og Setanta hava gjørt avtalur við Premier League fyri næstu trý árini. Sky skal gjalda 15 milliardir fyri 92 dystir um árið, og Setanta slakar 5 milliardir fyri 46 dystir. Rættindini til útlendskar sjónvarpsrásir fara at geva umleið 7 milliardir krónur, og harafturat koma eisini inntøkur fyri internet og telefonrættindi.