Sp/f Aspo, sum er felagið handan BR-leikur í Føroyum, hevði aftur í fjør eitt hampuligt avlop í roknskapinum. Talan gjørdist um eitt úrslit á 1.467 tkr., sum er ein minking upp á 460 tkr. sammett við árið fyri.
Leiðslan fyri felagið hevur ikki nakra ársfrágreiðing við í almenna roknskapinum, men tað skerst ikki burtur, at talan er um eina væl konsolideraða fyritøku. Eginpeningur felagsins er 9.358 tkr., og sæð burtur frá smávegis skuld til ognarar umframt mvg og skatt, hvílur eingin skuld á felagnum. Seks fólk starvast á BR-leikum.