Skúlin í Eysturkommunu fær á hvørjum ári eitt ávíst tímatal játtað frá Undirvísingarstýrinum til førleikastovu. Henda játta fevnir ikki um næmingar, sum ganga í Skúlaspíranum í Leirvík.
- Tí hevur býráðið í Eysturkommunu eftir áheitan frá leiðsluni á Skúlaspíranum játtað pengar til at veita sama tilboð til næmingar í Skúlaspíranum.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at talan er um tímar til lesivegleiðarar, støddfrøðisvegleiðarar, orðblindalærarar, AKT/SSP-lærarar og serlærarar.
- Skúlin hevur serútbúgvin starvsfólk til hesar uppgávur. Hesi hava servitan innan sítt økið at arbeiða við fakligum og sosialum avbjóðingum hjá næmingum.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at játtanin, sum er veit til førleikastovu á Skúlaspíranum, er á 46.500 krónur, og játtanin tekur støði í tímatali fyri hvønn næming, sum Undirvísingarstýrið brúkar.