Fyrst í mai upplivdu fleiri fólk, at nakrar túsund krónur av órøttum vóru tiknar av konu teirra.
- Tað var ógvuliga harmiligt fyri fólk at verða útsett fyri slíkt. Hatta var nakað, sum ikki átti at hent, men hendi kortini, sigur Niels A. Joensen, privatkundaleiðari í Føroya Banka.
Hann veit í hvørjum sambandi kiksarin hendi.
Nógv fólk hava eina skuldartrygging og gjalda til dømis 200-300 krónur um mánaðin. Í staðin fyri at tann upphæddin fór av kontuni, fóru 3000 krónur av.
Sama er hent viðskiftafólki hjá hinum peningastovnunum.
Peningastovnarnir kundu ikki sjálvir rætta mistakið. Tað skuldi skipanin hjá SDC gera, og Niels A. Joensen kunnugt, vóru pengarnir fluttir aftur á konturnar fyrr í hesi vikuni.
- Vit kunnu einki siga við vissu, men slíkt má ikki henda aftur, sigur Niels A. Joensen.
Hetta var ein og mongu fløkjunum, sum komu í í sambandi við, at KT-skipanin hjá peningastovnunum flutti av Elektron til SDC í Danmark.









