Pengar fyri at ansa børnum heima

– Øll vinna við hesum uppskoti, sigur Fólkaflokkurin, sum fer at leggja uppskot fyri tingið um, at foreldur kunnu fáa pengar fyri at ansa børnum heima heldur enn á stovni

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum Mynfd: Álvur Haraldsen

– Fyrstu árini hjá barninum eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og klárar seg í lívinum. Tí er umráðandi, at tey tíðliga í lívinum verða møtt á bestan hátt. Tíverri er stórur mangul av starvsfólki á summum dagstovnum. Fólkaflokkurin hevur tí lagt uppskot fram fyri Løgtingið, sum vónandi kann taka nakað av trýstinum á dagstovnunum.

 

– Vit hava hoyrt um tað alt ov ofta: Alarmerandi trupulleikan við starvsfólkamangli á dagstovnunum, serliga í Tórshavanr Kommunu, skrivar Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi í morgun.

 

– Vit hava eisini alt ov ofta hoyrt foreldur, sum ferð eftir ferð verða biðin um at avheinta barnið áðrenn tíð, orsakað av at ov starvsfólk eru til arbeiðs á dagstovnunum. Umframt tey foreldrini, sum ikki fáa barnið á stovn eftir barnsburðarfarloyvi.

 

Flokkurin heldur hetta vera eina óvirðiliga støðu fyri foreldrini, sum ikki fáa arbeiðsfrið og gerast ørkymlað um, hvussu alt skal hanga saman.

 

– Ein óvirðilig støða fyri dugnaligu starvsfólkini á dagstovnunum, sum mugu renna skjótari, og ikki hava tíð at skipa arbeiðið soleiðis, sum tey ætla. Men mest av øllum ein óvirðilig støða fyri barnið, sum skal fyrihalda seg til ein gerandisdag við ov fáum vaksnum fólkum runt um seg, skrivar Fólkaflokkurin, sum tí hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, hvørs endamál er at geva kommunum heimild at bjóða foreldrum eina veiting, um tey velja at vera heima hjá barninum. 

 

– Fyrstu árini eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og verður styrkt til handfara avbjóðingar í lívinum – og lívið sum heild. Vit sum samfelag skulu gera alt fyri, at tey árini eru góð. Ein tann besta íløgan, sum vit yvirhøvur kunnu gera, skrivar flokkurin.

 

Verandi skipan loyvir bert barnaansing, men Fólkaflokkurin vil geva foreldrunum ein valmøguleika afturat: At pengarnir fylgja barninum. Tað vil siga, at um foreldrini velja at hava barnið heima, fella pengarnir ikki burtur, men foreldrini fáa ágóðan av upphæddini.

 

– Hetta uppskotið hevði møguliga lætt um trýstið á dagstovnunum. Umframt givið familjunum betri fíggjarliga fortreyt at velja, hvussu tey skipa seg í gerandisdegnum, skrivar Fólkaflokkurin, sum heldur, at øll vinna við hesum uppskoti: Starvsfólk, arbeiðsmarknaðurin, foreldur, og ikki minst børnini.

 

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum Mynfd: Álvur Haraldsen