Nú skal eitt dagtilboð til sálarsjúk eitt fountainhús- setast á stovn í Føroyum.
Tað heldur andstøðan á Løgtingi.
Bæði Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskot fram um at stovna dagtilboð til sálarsjúk, ella eitt klubbhús, sum tey nevna tað, í Føroyum.
Mett er, at eitt slíkt Klubbhús fer at kosta 2,5 milliónir um árið at reka.
Og andstøðan heldur, at tann peningurin kann útvegast av játtanini, sum eru settir av til Eysturoyartunnilin.
Samgongan hevur sett seks milliónir av í ár og seks milliónir næsta ár til at fyrieika Eysturoyartunnilin á privatum hondum.
Í andstøðuni halda tey, at tað er ivingarsamt um pengar verða brúktir í ár og tí vilja tey heldur, at 2,5 milliónir av upphæddini verða brúktir til eitt dagtilboð til sálarsjúk, ella eitt klubbhús, sum tey nevna tað í ár.
Seinni ber so til at finna fasta játtan til klubbhús innan fyri játtanina hjá almanna- og heilsuverkinum, halda tey.
Endamálið er at seta eitt klubbhús á stovn sum skjótast, tí tað er stórur tørvur á tí.
Eitt slíkt dagtilboð gevur sálarsjúkum betri møguleikar at fóta sær aftur í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum og fyribyrgir, at fólk aftur og aftur verða innløgd á sálarsjúkrahús, siga teir tríggir andstøðuflokkarnir









