- Jú, arbeiðið gongur sum ætlað, fíggjarætlanin heldur, og pengar eru til báðar tunlarnar, bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Tað sigur ein bjartskygdur tunnilsstjóri, Teitur Samuelsen.
Tá spenningurin er stórur, eru eisini nógvir spurningar og nógvar gitingar um, hvussu gongdin í verkætlanini verður.
Spurt verður, nær komið verður ígjøgnum í Saltnesi, nær seinasta skotið verður latið av í Eysturoyartunlinum, og nær fyrsta skotið verður latið av fyri Sandoyartunlinum.
Søgur hava gingið um, at fyrsta skotið fyri Sandoyartunlinum verður latið av seinni í ár, men tað torir tunnilsstjórin ikki at lova.
- Hetta er helst ov bjartskygt, sigur Teitur Samuelsen og vísir á, at arbeitt verður nú við fyrireikingunum til inntakið til tunnilsmunnan í Sandoynni.
Stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar vísir á, at í Sandoynni skal gerast eitt rættiliga stórt arbeiði, og alt skal verða klárt, tá tíðin kemur til at seta borin í.
- Men, verður arbeiðið stórt Sandoynni, verður so mikið minni at gera, har inntakið verður á Gomlurætt, sigur hann.
Onkur hevur nevnt, at tað kanska verður ov trongligt á Gomlurætt, tá boringin byrjar, og lastbilar skulu koyra til og úr tunlinum við gróti.
Umframt, at strandfaraskipið Teistin siglir millum Gomlurætt og Skopun fleiri ferðir um dagin, er eisini nógv bilaferðsla til og frá skipinum á Gomlurætt. Haraftrat er bátahylur og landstøð til aling á Gomlurætt.
Men, Teitur Samuelsen heldur tó ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fremja tunnilsarbeiði, samstundis sum Teistin framvegis siglir sína vanlig rutu av Gomlurætt, soleiðis sum strandfaraskipið ger í dag.
- Eg haldi ikki, at hetta verður ein trupulleiki, tí ætlanin er nevniliga, at parkeringsplássini, sum í dag eru eystan fyri ferjuleguna, verða flutt vestur um omankoyringina, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar.