Í eini trý ár hevur Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Runavík, arbeitt við at fyrireika og byggja upp eina umhvørvis-tilbúgving á sjónum í Føroyum.
Hann hevur longu fundast við ymsar partar, sum kunnu hugsast at hava áhuga í málinum, so sum Innlendismálaráðið, Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, Kommunusamskipan Føroya, Landsbjargingarfelagið, SEV, oljufeløgini og stóru alararnar.
Eisini hevur Eli Lassen fingið inn tilboð upp á ymsa útgerð, og tey vísa, at prísurin liggur heilt frá fimm upp í 25 milliónir krónur alt eftir, hvussu nógv verður lagt fyri.
Sambært Eli Lassen gongur rætta vegin at byggja upp eina umhvørvistilbúgving á sjónum í Føroyum
- Eg havi inntrykk av, at landið er við upp á at fáa hetta etablerað, men júst hvussu hetta skal gerast, skulu vit fundast meira um. Pengarnir haldi eg ikki eru tað størsta problemið. Tað týdningarmesta er at fara í gongd, sigur Eli Lassen.
Hoyr Eli Lassen greiða frá niðanfyri