Pengar burtur úr góðum hugskotum

Tað man vera rár hending, at føroyingar støkka inn á gólvið á tí risastóra virðisbrævamarknaðinum í London »London Stock Exchange«. Og uppaftur meira sjáldsamt, at ein delegatión við fíggjarmálaráðharra og 20 av ovastu toppunum í føroyskum vinnulívi og fíggjarheiminum bankar á dyrnar í Paternoster Square nr. 10 í sjálvum hjartanum í London, beint við síðuna av St. Paul's Cathedral.
Tað hendi so mikudagin 18. mai 2005. Endamálið við hesi vitjan var fyrst og fremst at kunna seg við viðurskiftini á virðisbrævamarknaðinum og samstundis at kunna seg um Føroyar og møguleikarnar at gera íløgur har.
- Her fekst tú eina fatan av, hvussu undarligur pengar eru. Tað er ikki nakar, sum sigur, at tú skalt hava nakað ítøkiligt at vísa á ella eina vøru at selja. Hevur tú eitt gott hugskot og eina ætlan fyri framtíðini, so kanst tú væl fáa pengar burtur úr tí, sigur Bárður Nielsen við Sosialin.
Hann ivast ikki í, at hann kemur aftur til Føroyar við nógvum góðum í skjáttuni. Vitan, hugskotum og minst kontaktum frá ferð síni til London og oynna Man.

Mynd: Bárður í London
Bárður Nielsen uttan fyri London Stock Exchange