Pengar at spara við reinum umhvørvi

Tveir danskir umhvørvisserfrøðingar, sum leingi hava havt ávíst tilknýti til Føroyar eru farnir inn í eitt tætt samstarv við tí fyri eygað at bjóða vitan og royndir sínar fram í Føroyum.

 


Reint umhvørvi



Poul Erik Skakke og Allan Tougaard Christensen dylja ikki fyri, at tað eru útlitini fyri eini komandi føroyskari oljuvinnu, sum serstakliga eru orsøkin til, at teir eru komnir til Føroya og hava sett fólki við tilknýti til hesa komandi vinnu og her serstakliga til umhvørvismál stevnu.


Teir halda báðir, at tað er sera áhugavert at síggja, hvat hendir á hesum økinum, og eftir at hava vitjað í Føroyum í nakrar dagar eru teir eisini sannførdir um, at henda fyrsta vitjanin hevur borið ávøkstur og sigur hon teimum, at grundarlag er fyri at gera eitt ávíst umhvørvisarbeiði í Føroyum. Uttan at taka munnin ov fullan halda teir, at teirra vitan og royndir kunnu koma føroyingum væl við.


Men teir gera greitt, at teirra uppgáva er fyrst og fremst at ráðgeva tvs. at bjóða fram ein reiðskap, sum skal gera føroyingar sjálvar førar fyri at handfara umrøddu álvarsmál.


-Vit kundu gott hugsað okkum at sett upp eina støð í Føroyum, sum kann arbeiða við øllum hugsandi umhvørvisspurningum, ikki bara teimum, sum hava tilknýti til eina komandi oljuleiting sigur Poul Erik Skakke. Teir hugsa sær at vera ráðgevandi hjá myndugleikum, byggiharrum og privatum fyritøkum, soleiðis at at føroyingar hava møguleika at stýra gongdini rætt frá byrjan og soleiðis at man sleppur undan at spilla nógvar pengar, bæði nú feløg koma inn at leita eftir olju og á annan hátt.