Pengar eru ikki alt. Siga tey, sum ikki vita annað.
Pengar eru ikki alt.
Men øll tey, sum tosa og tosa og viðhvørt eisini skriva um føroyska filmsgerð og føroyska filmslist, tey vita, at pengar eru alt. Tí uttan pengar er einki.
Tað nyttar ikki at gleða seg til tann dagin, at orðaskiftið um føroyska filmslist verður um gávur, tað eru listagávur, og evni at gera filmar, sum eru verdir st síggja. Um nakar í Føroyum dugur at gera filmar, sum við røttum kunna kallast list. Tí tann dagur kemur ikki.
Skapandi og kreativ, soleiðis kalla tey seg, fólk í Føroyum fáa ongantíð nóg nógvar pengar. Pengar eru alt.
Og so fari eg enn eina ferð at taka orðini hjá Fassbinder (1945-1982) fram aftur: “Hevur tú hug at gera filmar, læn tær so eitt filmstól, stjal nakrar rullur av filmi og ger so film.”
Men sjálvandi, Fassbinder var týskari, vit eru í Føroyum.
Tað er nyttuleyst at leggja upp í eitt kjak um filmslist (filmsgerð er ikki tað sama sum filmslist, tað er sum at samanbera telefonbókina og William Heinesen), so leingi kjakið ikki er um list, men bara um pengar og studning og aftur pengar, og hvussu forbannað strævið alt er, tá eingir pengar eru.
Annars kundi eitt kjak um filmslist verið áhugavert. Til dømis, um føroyskir filmar eins og teir íslendsku eiga at vera reklamur fyri ferðavinnuna. Ella um nakar, sum sagt, í Føroyum dugur at gera góðar filmar. Um tað er neyðugt at fáa útlendingar til Føroya eina ferð um árið at skammrósa føroyskum filmum.
Í øllum mjarrinum um pengar, sum ikki eru har, uttan tá útlendingar ætla at gera onkran B-film í Føroyum, verður eisini tosað um filmsvinnu í Føroyum.
Og tá átti at borið til, hatta við pengunum. Tí føroysk vinna plagdi at duga væl at kradda til sín almennar pengar, almennan stuðul.
Þorgeir Þorgeirsson, undangongumaður í íslendskari filmslist fyri hálvari øld síðani, segði, at fyrst skuldu íslendsk filmsfólk gera dokumentarfilmar, heimildarfilmar, fyri at fáa sær kunnleika um íslendska samfelagið og fólkið. Síðani ber til at gera spælifilmar. Besti føroyski filmur, eg havi sæð, “Burturhugur” úr Hattarvík hjá Teiti Árnasyni, er júst ein heimildarfilmur.
Ein filmur, sum kostar hálva millión, kann saktans vera og er ofta 500.000 ferðir betri enn ein filmur, sum kostar hálva milliard.
Ella fyri at siga tað sum tað er. Eingin filmur, sum kostar hálva milliard, er verdur at síggja. Men nógvir, sum kosta hálva millión, eru verdir at síggja nógva ferðir.
Einki samband er millum pengar og dygd.
Fyri at kunna gera ein góðan film krevst ein góð søga og evnini at siga søguna. So einfalt er tað.
So er spurningurin: er nakar í Føroyum, sum megnar tað?
Tann spurningurin verður ikki svaraður. Tí eingin spyr.
Og hvat var tað so ikki stórt mitt í hesum oyðimarkartosinum um pengar og studning at síggja ein veruliga góðan film. Fáir góðir filmar verða gjørdir longur. Men teir gomlu eru tíbetur til enn.
Meistaraverkið hjá Aki Kaurismäki um gentuna á svávulpinnaverksmiðjuni var í Havn og vendi.
68 minuttir konsentrerað Filmslist. Hvørt sekund ein perla, 4080 perlur í einari. Ein góð søga væl søgd.
Filmurin kostaði, havi eg lisið, 10.000 dollarar at gera í 1990, góðar 100.000 kr. sum kursurin var tá.
Sama ger. Metusalem sáli gjørdi ikki filmar. Men hann var ein góður sølumaður. Hann plagdi at siga øll árini, tá hann royndi at selja amboð, at hesa øksina havi eg átt og brúkt alt mítt lív, so hon man vera nakað góð. Skalt tú ikki eisini hava eina?









