Margaret Atwood, The Penelopiad,
Umsett: Lisbeth Møller-Madsen, Penelopiaden,
Tiderne Skifter, 2005
So er fyrsta bókin komin í ný- og endurskrivaðu røðini av mytum, sum forløg um allan heim hava tikið seg saman um at geva út.
Tað er kanadiska Margaret Atwood, sum leggur fyri við eini nýskriving av Odyssuskvæðnum hjá Homer, sæð frá sjónarhorninum hjá kvinnunum. Alternativa mytan hevur fingið heitið Penelopiaden, og her sær gitnað kvæði nakað øðrvísi út. Sambært Atwood er tað nevniliga rættiliga óhugsandi, at Penelope sat trúføst heima og bíðaði í 20 ár, meðan maðurin og griska sagnhetjan Odyssus stríddist í Trojanska krígnum og annars reikaði runt og bardist við ódjór og lat seg forføra av eini gudinnu fyri og aðrari aftur.
Ì útgávuni hjá Atwood eru tað Penelope og hennara 12 tænastugentur, sum stýra gongdini í søgnini. Og umgyrd av elskarum avdúkar Penelope bæði Homer og Udyssus sum eitt sindur láturligar og lítið mansligar lygnhálsar.
Tað ber sjálvandi til at lesa Penelopekvæðið sum eina feministiska nýskriving av ein patriarkalskari mytu. Men skaldsliga røkkur ørindið hjá Atwood sum vant longur, og enn einaferð prógvar hon, at hon telist millum heimsins bestu søgusigarar og høvundar. Við síni eyðkendu sympatisku sarkasmu tránýtir Atwood gomlu søgnina fyri alt, sum skal til, fyri at fortelja eina modernaða sálarliga ræðusøgu í tí heilt góða endanum.