Pendlarar við egnum bili spara mest

Zacharias Nielsen, sum er ein av pendlarunum úr Vágunum til Havnar við egnum bili, er fegin um árshaldið í Vágatunlinum. Hann letur væl at tí, men samstundis heldur hann, at tað bert er til gagns fyri ein lítlan bólk av brúkarunum

? Fyri meg persónliga er árshaldið ein stórur fyrimunur, tí tá tú koyrir við egnum bili hvønn dag, eru nógvir pengar at spara, sigur Zacharias Nielsen úr Sandavági, sum til dagligt arbeiðir sum forritari á Formula fo.
Eisini gleðir hann seg til at kunna fara onkrar stuttleikatúrar av oynni við familjuni uttan at hugsa um, at nú hevur hann nýtt enn eitt klipp av kubbanum í einari og somu viku.
Ein annar fyrimunur, sum er við árshaldinum, er í teimum húsarhaldunum, har fleiri bilførarar eru um sama bil. So alt í alt heldur Zacharias, at árshaldið kemur væl við, men harmast um, at tað bert er til gagns fyri ein lítlan bólk av føstu pendlarunum, sum hvønn dag koyra av oynni til arbeiðis.
Zacharias vísir á, at tað eru nøkur, sum koyra saman. Eitt dømi er, har tað eru trý, sum koyra saman, og so skiftast tey um at koyra eina viku í senn við teirra bilum.
? Tað er eysæð, at tað ikki er nakar fyrimunur fyri tey at tekna árshald, tí so koma trý at gjalda 1.000 krónur um mánaðin, hóast tey bert nýta teirra egna bil triðju hvørja viku, vísir hann á.
Eisini heldur hann tað vera óheppið, at haldið er bindandi fyri eitt ár í senn. Hann spyr, hvat hendir, um ein, sum arbeiðir í Havn brádliga missir starvið, verður sjúkur ella annað og ikki longur hevur brúk fyri at koyra til av oynni hvønn dag.
? Tá hevur viðkomandi bundið seg til at gjalda 1.000 krónur um mánaðin í eitt ár, hóast tørvurin á at koyra so nógv, er burtur, sigur hann.

Sparir nógvar pengar
Zacharias greiðir frá, at við 40 túra kubbanum vóru hansara ferðaútreiðlsur umleið 20.000 krónur netto um árið. Við nýggja árshaldinum, sum kostar 12.000 krónur, kann hann sostatt spara 8.000 krónur, og tað heldur hann er frálíkt.
Við nýggja árshaldinum er Vágatunnilin farin beinleiðis í kapping við bussleiðina. Tí tað ber nú til at koyra fyri 1.000 krónur um mánaðin við egnum bili óavmarkað, meðan tey, sum dagliga nýta bussin, gjalda 1.050 ella 1.200 krónur fyri busskortið. Umframt at tey ikki hava tað sama frælsið, sum eins egni bilur gevur.
? Hetta ger, at Vágatunnilin fær togað fleiri pendlarar úr bussinum í teirra egna bil, og tað kunnu tey jú bara vinna við, sigur hann.

Gott hugskot
Zacharias er ein av pendlarunum, sum er í pendlarabólkinum, sum hevur arbeitt fyri at fáa prísin fyri at koyra gjøgnum tunnilin niður.
Hann greiðir frá, at tá Vágatunnilin av fyrstan tíð almannakunngjørdi prísirnar, var tað beinanvegin greitt, at tað fór at vera sera dýrt fyri tey, ið arbeiða av oynni hvønn dag.
? Tí settu vit okkum saman í ein bólk til tess at royna at ávirka prísin, tí hóast vit ikki eru so mong, sum pendla, so er tað okkum, ið høgu prísirnir hava rakt harðast, sigur hann.
Men tað var ikki so lætt hjá teimum at koma í samband við Vágatunnilin, so pendlarabólkurin fekk eitt umboð í Vágabólkin, har vinnulívið í Vágunum, teir fólkavaldu politikararnir og felagskommunan í Vágunum eru umboðað.
Zacharias veit ikki um tað er teirra ávirkan, sum hevur gjørt, at árshaldið nú er veruleiki, men hann sigur, at tey hava havt eitt líknandi uppskot frammi.
? Hvussu er og ikki, so er hugskotið við árshaldinum sera gott, men sum sagt er tað óheppið, at tað skal vera galdandi í eitt ár í senn, endurtekur hann og heldur fram, at tað so má vera ein ella annar klausulur, sum sigur, at um ein arbeiðari av einari ella aðrari orsøk missir sítt starv, so kann haldið sigast upp.
? Vit koyra jú ikki til stuttleika. Hetta er okkara livibreyð, so tað er jú burtur í vón og viti, at ein skal halda fram at rinda fast gjald fyri nýtslu í tunlinum hvønn dag, um ein ikki longur hevur eitt arbeiði at fara til, slær hann fast.

Vælnøgdur
Forritarin á Formula fo úr Sandavági leggur tó dent á, at hóast hann ger vart við nakrar meinbogar í skipanini hjá Vágatunlinum, so er hann vælnøgdur við, at tað nú ber til at ferðast fyri 1.000 krónur um mánaðin.
Hann heldur tað er deiligt, at tú nú veitst, hvussu nógv tú skalt gjalda hvønn mánað, og tískil ber tað til at leggja hesa útreiðsluna inn sum fasta útreiðslu í húsarhaldsbudgettinum.
? Tað er sum við olju, el og øðrum. Og tí kann hendan útreiðslan nú gerast ein náttúrligur partur av húsarhaldsútreiðslunum hjá teimum húskjunum, har annar ella bæði ikki arbeiða í Vágoynni, sigur Zacharias Nielsen og leggur afturat, at man eisini má minnast til, at pendlingin gongur báðar vegir.
Tað eru ikki bara Vágafólk, sum fara av oynni til arbeiðis. Tað eru eisini mong, sum koma til oynna at arbeiða á til dømis Flogvøllinum.