Seinastu ferðirnar, eg havi hoyrt Lenu framført, hevur tað verið akustiskt. Sum oftast við Niclasi og nú seinast á G! MINI við Annu á Váli Smith á cello. Hetta hevur riggað væl. Uppskriftin er í lagi; góð løg, góður sangur og gott spæl.
Men hetta kvøldið fann eg út av, at eg onkrastaðni innií saknaði at hoyra tónleikin í bólkahøpi. At hoyra meiri enn Lenu og kassagittara.
Aftrat sær hevði Lena nakrar av stóru kanónunum innan føroyskan tónleik: Jóhannes á Rógvu Joensen (bass), James Olsen (trummur), Finnur Hansen (ljómborð) og sjálvandi eisini Niclas Johannesen (gittar). At hesir duga sítt kramm hoyrdist eisini aftur. Tað svingaði, og sum lurtari hvíldi tú í, at tónleikararnir fóru at bera Lenu gjøgnum settið á ein virðiligan hátt. Sum eitt tok, ið koyrir við javnari ferð móti eini endastøð. Kringsett av dugnaligum monnum kundi Lena sláa seg leysa og lata ´fittheitina´ liggja eina løtu.
Lena hevur so nógv løg í skjáttuni, sum veruliga eru genial. Sjálvur helt eg, at løgini ´Can´t Erase It´ og ´Who Am I´ eydnaðust ómetaliga væl.
Og so tann obligatoriska viðmerkingin um ljóðviðurskiftini: Fyri viku síðani skrivaði eg um eina framførslu, ið snøgt sagt var myrd og grava niður av vánaligum ljóðið. Ræðuligt.
Men í kvøld var søgan ein heilt onnur. Langt síðani, at eg havi hoyrt so gott ljóð. Alt hoyrdist væl og við rættari styrki. Tað gav tónleikinum loyvi til at traðka ótarnaðan fram.










