Pelosi í ferð við at senda ríkisrættarmálið í Senatið

Eftir atkvøðugreiðslu í Umboðsmannatinginum kann Senatið skjótt fara í holt við ríkisrættarmálið ímóti Donald Trump.

Umboðsmannatingið fer í morgin at senda ákærupunktini í ríkisrættarmálinum ímóti Donald Trump víðari til Senatið.

Tað hevur demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, boðað frá á einum fundi við demokratiskar politikarar í dag, upplýsa luttakarar á fundinum.

Ein atkvøðugreiðsla í Umboðsmannatinginum gevur møguleika fyri, at Senatið kann fara undir ríkisrættarmálið longu hesa vikuna.

Tað kann tó taka fleiri dagar hjá Senatinum at fáa formalitetirnar upp á pláss, so sum at taka limirnar í Kongressini í eið.

Pelosi sigur víðari á fundinum í morgun, at hon í morgin fer at seta navn á teir politikarar, sum vegna Umboðsmannatingið skulu føra málið í Senatinum. Tað upplýsti demokraturin henry Cuéllar fyri Reuters.

Tey bæði ákærupunktini ímóti Trump snúgva seg um embætismisnýtslu og at forða Kongressini í at arbeiða.

Forsetin er ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt við at leggja trýst á ukrainsku stjórnina at seta í verk eina kanning av politiskar mótstøðumanninum hjá Trump, Joe Biden, og soni hansara.

Harumframt er forsetin ákærdur fyri at hava mótarbeitt Kongressini í kanninginu mav málinum – millum annað við at forða embætisfólki og ráðgevum í at vitna.

Tað er bara triðju ferð í søguna hjá USA, at ríkisrættarmál verður reist í móti einum sitandi forseta.

 

/ritzau/Reuters

@font-face { font-family: Times; }@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }a:link, span.MsoHyperlink { color: blue; text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: purple; text-decoration: underline; }p { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 10pt; font-family: "Times New Roman"; }div.Section1 { }