Malaga hevur í dag váttað, at Manuel Pellegrini hevur frítt at fara frá felagnum, tá verandi kappingarár endar. Nógv bendir á, at hann endar í Manchester City, sum júst hevur koyrt Roberto Mancini frá.
Venjarin úr Kili hevur sáttmála við spanska felagið í tvey ár afturat, men í dag veit Sky Sports at siga, at Malaga hevur valt loysa Manuel Pellegrini úr sáttmálanum. Annars skuldi Manchester City goldið 30 milliónir krónur fyri at keypt Manuel Pellegrini leysan.
59 ára gamli venjarin hevur verið venjari hjá Malaga síðani 2010. Árið undan var hann venjari hjá Real Madrid í eitt kappingarár.
Heldur Chelsea fast um triðja plássið í Premier League, so skulu nummar eitt, tvey og trý hava nýggjan venjari komandi kappingarár. Sir Alex Ferguson er givin í Manchester United, Roberto Mancini er koyrdur frá í Manchester City, og venjarin hjá Chelsea, Rafael Bentiez, er bara fyribils venjari til endan av kappingarárinum.









