Pellar Høgni Hoydal?


 

Seinasta útrokning hjá varaløgmanni vísir at honum bert tørvar 4 % av ríkisveitingini!

Er Høgni Hoydal ein rokniúrnælingur framum flestu aðrar - ella sigur hann ósatt?

Í beinleiðis ríkisveiting fáa Føroyar knappa milliard. 4% av einari milliard eru 40 milliónir ella ein góð hálv sandoyarferja - ið tíverri ikki er komin í sigling enn.

Um Hoydal á pappírinum strikaði alla (beinleiðis) ríkisveitingina, ið er umleið 1000 milliónir krónur - ja so hevði hann tørv á knøppum 40 milliónum krónum. Fyri mær og mongum føroyingum er roknikynstrið hjá Pf H Hoydal & Co so langt úti, at tað greitt yvirhálar allan 80 - ara politikk samanlagdan. Og úrslitið verður hareftir.

Eftir míni hugsan áttu føroyingar at kravt óheftar búskaparligar kanningar (møguliga útlendskar) av roknistykkinum hjá Pf Hoydal & Co, tí aftur





hesaferð er vandi fyri at hesin 80 rokniháttur, fer á húsagang. Og tað má ikki henda. Tí rokningin fyri fallitið hevur hann bert eitt stað at senda, nevniliga til føroya fólk.

Heilsuverkið, skúlin, almannaverkið, og føroyingar tola ikki fleiri politiskar kleyvarskapsrokningar.

Føroyingar tola ikki nakað politiskt 80 ara loysingar eksperiment í mega klassa, við 50000 føroyskum lagnum sum statistum. Har 1000 milliónir bert eru 40 milliónir.

Tí tað er so sera lætt at fáa roknistykkið at ganga upp, tá 1000 milliónir við einum pennastroki bert gerast til 40 milliónir. Tá ber mangt til á pappíri, ið ikki ber til í veruleikanum.

Roknirtykkið Høgna Hoydals vísir greitt, at hann er óseriøsur í sínum máta at viðgera álvarslig fíggjarlig viðurskiftir. Hví loysir hann ikki ídag um bert 40 milliónir tørva?

Eg haldi at Høgni Hoydal pellar - orsaka meg.