Tað er fallið Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum fyri bróstið, at grønlendski uttanríkisráðharrin, Pele Broberg, ikki ætlar longur at brúka orðið »ríkisfelagsskapur«.
Pele Broberg sigur í samrøðu við danska blaðið Berlingske, at orðið »ríkisfelagsskapur« bara stendur fyri tí danska, og at hann tí heldur fer at nevna felagsskapin »danska ríkið«.
Les eisini: Vil avtaka orðið »ríkisfelagsskapur«
Søren Espersen, fólkatingsmaður fyri Danska Fólkaflokkin, er altíð skjótur, tá tað snýr seg um ríkisfelagsskapin. Á Facebook í dag skrivar hann soleiðis:
Grønlands såkalde udenrigsminister, Pele Broberg, vil afskaffe ordet »Rigsfællesskabet... Jeg har derfor besluttet at afskaffe Nuuk, Illulissat og i stedet benævne dem Godthåb og Jakobshavn... På samme måde genindfører jeg Godhavn, Holsteinsborg og alle de andre oprindelige navne.










