Brasilska fótbóltsstjørnan Pele varð í dag fluttur á Albert Einstein-sjúkrahúsið í býnum Sao Paulo.
Sjúkrahúsið vil ikki siga, hví Pele er innlagdur, men brasilskir fjølmiðlar halda seg vita, at hann hevur havt trupulleikar við aðrari mjødnini og skal hava viðgerð fyri tað.
Pele, sum nú er 72 ára gamal, var tríggjar ferðir heimsmeistari við brasilska landsliðnum. Tað var í 1958, 1962 og í 1966. Hann hevur skotið 1.281 mál.