- Ein kundi sum hesin, setur skipanina undir trýst, sigur rakstrarleiðarin hjá SEV. Men SEV klárar at veita nýggja uppsjóvarkinum neyðuga streymin
Um fimm mánaðir skal nýggja uppsjóvarvirkið hjá felagnum Pelagos í Fuglafirði standa klárt at taka ímóti fyrstu rávøruni.
Í tí sambandi er ein stórur spurningur, hvussu er við streymveitingini, ið er altavgerandi fyri, at virkið kann koma í gongd og halda raksturin gangandi.
Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni hjá SEV, ásannar, at hetta er ein stórur kundi at fáa í einum, og at fimm mánaðir er stutt skotbrá at gera neyðugu fyrireikingarnar í.
– Men eg kann melda út, at vit saktans kunnu veita streym, tí vit meta, at við nøkrum útbyggingum á keiøkinum og inni á sjálvum virkinum, so skal tað bera til, sigur hann.
Finn Jakobsen sigur, at av tí at fleiri stórir kunda longu eru á keiøkinum í Fuglafirði frammanundan, er somuleiðis háspenningstreym til staðar har eisini.
Hoyr Finn Jakobsen, deildarstjóra fyri tøkni hjá SEV, greiða frá hvat tað merkir fyri tey, at nýtt uppsjóvarvirki kemur í Fuglafirði, við at trýsta á pílin undir myndini.










