Í gjár skuldi »Pelagos« seta kós móti Spaniu og ætlanin er at trolarin skal fiska í altjóða sjógvi.
Fyrradagin var endaligi sølusáttmálin undirskrivaður millum JFK Seafood og keyparan, og sambært stjóranum, Hanus Hansen, eru teir nøgdir við søluprísin. Nú verður so roynt at selja »Fram« eisini. Hesir báðir trolararnir vórðu upprunaliga keyptir úr Vestmanna at skaffa »Næraberg« fiskigrundarlag.
Um 3 vikur
Viðvíkjandi spurninginum, um ætlanin er at keypa ella leiga trolara til óbrúkta rækjuloyvið, sum JFK Trol hevur frá »Palla hjá Marionnu«, sigur Hanus Hansen, at abreitt verður í løtuni við málinum og um ikki so nógvar vikur er hetta komið uppá pláss eisini.
? Enn er nakað tíðliga at siga, hvat gjørt verður, sigur Hanus Hansen, men ætlanin er komin so væl áleiðis at, vit fáa eitt skip aftrat at fiska rækjur um fáar vikur.