Tað var 14. august í fjør, at stóra uppsjóvarvirkið P/F Pelagos í Fuglafirði fór undir framleiðslu. Í byrjanini skuldi alt maskinaríið og nýggju fólkini, sum sett vórðu í starv, líka sum koyrast til.
Virkið byrjaði í háárstíð við makreli, og sum heystið leið, og framleiðslan gekk betri og betri, arbeiddu tey í skiftivaktum á 12 tímar hvør vaktin.
Kendi vinnulívsmaðurin, Jóhan Páll Joensen, er stjóri á virkinum, virkisleiðari er Fríðin Ziskason, og Petur Holm er søluleiðari.
- Í fjør keyptu, frystu og pakkaðu vit tilsamans 40.000 tons, meginparturin makrelur og sild, og vit fingu raksturin at hanga saman. Tað eri eg væl nøgdur við.
Jóhan Páll Joensen sigur, at málið hjá P/F Pelagos í ár er at keypa 45.000 tons, og hann vónar, at tað fer at eydnast.
- Í fjør var mynstrið soleiðis, at vit keyptu makrel í august, sild í oktober, og síðan keyptu vit aftur makrel.
Stjórin er tó ikki vísur í, at mynstrið verður júst hin sama í ár sum í fjør.
Hann vísir á, at eitt uppsjóvarvirkið verður altíð merkt av sesong-arbeiði, har rættiliga nógv er at gera í vertíðini - og minni, tá tað er uttan fyri vertíðina.
Higartil í ár hevur ikki verið støðugt arbeiði á virkinum, men P/F Pelagos keypti kortini 6.000 tons av lodnu um mánaðarskiftið februar/ mars.
Jóhan Páll Joensen vísir á, at hóast svartkjaftaskipini hava fingið væl av fiski seinastu tíðina, hevur P/F Pelagos ikki keypt nakra last til matna enn.
- Skipini hava verið so langt burtur, at fiskurin ikki hevur verið egnaður til mannaføði, men tá svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv, er ætlanin at keypa fisk til frystingar, sigur stjórin.