Tað hevur verið úr at gera á Pelagos í Fuglafirði í heyst, har tey hava arbeitt bæði makrel og sild. Virkið hevur keypt nógvan fisk; her hevur verið nógvur aktivitetur, og vónir eru um eitt hampiligt úrslit í ár.
Jóhan Páll Joensen, stjóri á stóra uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði, sigur, at virksemið á Pelagos hevur ikki verið nógv ávirkað av koronu, síðan farsóttin tók seg upp.
- Vit hava gjørt tað, sum hevur ligið í okkara makt fyri at halda smittuni burturi av virkinum, og eg vil siga, at korona hevur ikki í serligan mun hevur ávirkað okkara virksemi, sigur hann.
Fara vit aftur til tíðina fyri koronu, keypti Pelagos í 2019 tilsamans 63.000 tons av ráfiski, og í fjør var samlaða ráfiskanøgdin út við 80.000 tons.
- Í ár verður samlaða tonsatalið enn størri, og eg vænti, at ráfiskanøgdin í 2021 fer at liggja um stívliga 90.000 tons.
Jóhan Páll Joensen vísir á, at umleið helmingurin av ráfiskanøgdini í ár er makrelur, og síðan er hin helmingurin sild, svartkjaftur og lodna.
- Vit keyptu fyrstu sildalastirnar í heyst umleið ein mánaða seinni enn vanligt, men síðan hevur nógv virksemið verið, og sildin hevur verið góð.
Stjórin sigur, at framvegis kemur nógv sild til landingar í Føroyum, og meginparturin kemur frá føroyskum skipum.
- Eingin veit, hvussu leingi sildin heldur á, og enn er makrelur eisini eftir at fiska. So er spurningurin, hvat skipini fara at gera tað, ið eftir er av árinum, leggur hann aftrat.
##med2##
Jóhan Páll Joensen vísir á, at síðan Pelagos í Fuglafirði byrjaði sítt virksemi í 2014, hevur einki ár verið eins.
- Tí er tað eisini ógvuliga trupult at spáa um komandi ár.
Stjórin á Pelagos sigur, at tað gongur hampiliga væl at selja, men tað er vanligt upp undir endan av árinum, at goymslurnar eru stórar.
- Soleiðis er eisini hjá okkum, nú árið nærkast endanum.
Nógv teir størstu marknaðirnir hjá Pelagos eru í Eysturevropa, men virkið selur eisini sínar vørur í Evropa.
Eini 50-60 fólk eru knýtt at virkseminum hjá Pelagos í Fuglafirði.