Pelé, sum verður roknaður millum bestu fótbóltsspælararnar nakrantíð, kemur í oktober mánaði á vitjan í danska høvuðsstaðnum. Pelé verður ein av luttakarunmum á kongressini hjá altjóða Olympisku nevndini, sum á fundi skal gera av, hvar leikirnir í 2016 skulu haldast. Leikluturin hjá Pelé verður at sannføra nevndina um, at Rio de Janeiro er eitt upplagt stað at halda leikirnar. Millum aðrar kandidatar er eisini Chicago, sum hevur fingið Michelle Obama til at tosa sína søk.










