- Um Ronaldinho veruliga elskar sítt barndómsfelag, kundi hann spælt har ókeypis, tí hann hevur nóg mikið av peningi fyri lívið, heldur fótbóltslegendan, Pelé. Brasilianska fótbóltslegendan - Pelé - er ikki serliga imponeraður av sínum landsmanni, Ronaldinho.
Pelé heldur, at Ronaldinho er ov óður eftir verðini - ella ov ránskur, sum hann tekur til.
Tá Ronaldinho varð settur fram í Flamengo, eftir at vera komin aftur til heimlandið at spæla fótbólt, vóru mong fegin og jublaðu.
Men aðrastaðni í Brasilia var gleðin ikki eins stór, tí í barndómsfelagnum hjá Ronaldinho høvdu tey væntað at fingið ?sonin? heimaftur.
- Hann skuldi verið komin aftur til barndómsfelagið, heldur Pelé.
Fótbóltslegendan heldur, at um Ronaldinho veruliga elskar Gremio so nógv, kundi hann spælt í felagnum fyri einki.
- Ronaldinho hevur jú nóg mikið av peningi fyri lívið. Ikki so, sigur ein argur, Pelé við Globoesporte.