Pegasus takkar fyri seg

Í dag hevur Rás2 sent beinleiðis úr Studio Pegasus. Eftir 10 ár við tónleiki og meira enn 8 ár við útvarpssendingum, takkaði Pegasus fyri seg Tað var ein heilt serligur dagur í Studio Pegasus í dag. Fyri 10 árum síðani var Pegasus bygt til tónleikaupptøkur, og sløk tvey ár seinni var eisini farið undir at framleiða útvarpssendingar.

Fyrsta beinleiðis útvarpskvøldið úr Pegasus var á Rás2 sunnukvøldið 30. apríl í 2000. Síðani framleiddi Pegasus í fleiri ár sendingar til Útvarp Føroya, og í dag var punktum sett á Rás2 við beinleiðis útvarpi úr Pegasus. Í næstum verður bygningurin, har Peagsus hevur hildið til, tikin niður.

Eyðun Klakstein hevði seinastu beinleiðis sendingina úr Pegasus, og hann rundaði útvarpssøguna í Pegasus av við hesum orðum:

- Tað, sum byrjaði fyri meira enn 10 árum, fer nú í søguna. Studio Pegasus, sum hevur verið ein kreativur orkudepil í føroyskum tónleiklívi og í miðlaverðini, syngur nú síðsta vers. 30. apríl í 2000 varð fyrstu ferð sent beinleiðis útvarp úr Pegasus. Endaleysar sendingar og studiotímar seinni verður Pegasus tikið niður.

Løturnar hava verið ríkar og góðar, og vónandi hava lurtarar kring landið eisini havt gleði av sendingum úr Studio Pegasus. Og her sita vit so, seinasta løtan í Pegasus fyri opnari mikrofon, og fara at takka fyri okkum. Vit enda soleiðis sum alt byrjaði. Við einari innspæling hjá Millum Frændum. Og hóskandi í hesari løtu verður tað Kanst tú Siga Farvæl. Seinastu vaktina her í Pegasus høvdu Eyðun Klakstein og Alvin Ellebye Andersen. Vit takka fyri okkum. So long.