Pegasus skal senda sunnukvøld

Klaksvíkingar ætla at gera sunnukvøld til veruligt útvarpskvøld. Studio Pegasus fer at senda í fimm tímar á Rás 2 hvørt sunnukvøld, og dentur skal leggjast á fjølbroytt og seriøst tilfar

Studio Pegasus ætlar at gera sunnukvøld til veruligt útvarpskvøldt, tá studio í Klaksvík fer undir at senda á Rás 30. apríl.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Studio Pegasus.

Rás 2 og Studio Pegasus gjørdu herfyri avtalu um, at Pegasus skal senda fimm tímar við útvarpi hvørja viku, og allir hesir fimm tímarnir verða lagdir sunnukvøld.

Farið verður í luftina klokkan 19.00, og sent verður til midnátt við ymiskum sendingum. Útvarp Føroya sendir ikki sunnukvøld, og tað er helst ein orsøk til, at klaksvíkingar hava valt at leggja seg á hetta kvøldið.


Stríðast við sendaran

Vit hava skilt, at talan er um ymiskar sendingar, bæði til børn, ung og tilkomin. Ein undirhaldssending verður á skránni og somuleiðis sending við ítróttartilfari.

Tað verða fólk úr Klaksvík, sum koma at gera sendingarnar í Studio Pegasus, og talan verður um bæði nýggjar og ungar røddir og um fólk við royndum í útvarps- og fjølmiðlaarbeiði.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa sendaran settan upp, so farast kann undir at senda Rás 2 til Klaksvíkar og størri part av Eysturoynni.

Rás 2 fer at senda á 107,0 MHz av Brúnaskarði.