Sunnukvøldið klokkan 20.00 fer Útvarp Føroya at hava senda ein fýra tíma langa sending úr Studio Pegasus í Klaksvík.
Pegasus hevur seinastu mánaðirnar sent hvørt kvøld í Útvarpi Føroya, men sunnukvøldið er ein serlig sending á skránni. Talan er um Ringrás, har nógv er á skránni.
Millum annað verður hugt eftir samferðsluni millum Klaksvík og meginøki, og tosað verður millum annað við fólk báðumegin Lorvíksfjørð. Týsdagin vóru tað liðin 30 ár síðani flogvanlukkuna í Mykinesi. Tosað verður við tryluskipara, sum vann sær dirvismerki fyri avgerandi leiklut sín í bjargingararbeiðnum.
Sendingin verður kryddað við við tónleiki, bæði á plátum og fløgum, og so fara millum annað Torkil Mørkøre og Vísumenn at vitja beinleiðis musikkcaféina.
Vertir eru Eyðun Klakstein og Gunnar Nolsøe, meðan Fróði Løkságarð verður at hoyra úr býnum.
Sunnukvøldið í Útvarp Føroyar frá klokkan 20.00 til midnátt.










