Eyðun Klakkstein
Um stutta tíð fer nýggj útvarpsrás í luftina, og nógv eru, sum eru áhugað í at senda útvarp. Eisini í Klaksvík finnst hesin áhugin.
? Sjálvandi hava vit tosað um møguleikan at senda útvarp og onkur hugskot hava verið frammi, men enn eru ongar ítøkiligar ætlanir um at fara at senda, sigur Steintór Rasmussen, sum eigur Studio Pegasus.
Í løtuni virkar Studio Pegasus sum ljóðstudio, og fleiri av føroysku fløgunum, sum eru útkomnar í ár, eru upptiknar í hesum studio. Millum annað Eyðun og Terji, Aria, Kular Røtur og I Am.
Í Degi og Viku hóskvøldið var Studio Pegasus drigið fram sum ein komandi samstarvsfelagi hjá nýggju Rás 2, men eingin avtala er millum feløgini um samstarv. .
? Eg var eitt sindur skakkur at hoyra meg umtalaðan í triðja persóni í sjónvarpinum, og hóast eg fegnist um, at Rás 2 vísir norðoyggjum ans, so má eg sláa fast, av vit hava ongar ítøkiligar ætlanir um at senda útvarp saman við teimum.
? Tað hevur leingi verið tosað um at senda útvarp í Klaksvík, og hetta prátið er helst vorðið meira aktuelt eftir, at vit hava fingið studio í býnum, og tað er eisini ein spennandi tanki. Vit eru í hvussu er opnir fyri øllum møguleikum, eisini at gera útvarpssendingar.
ÚF ein møguleiki
Í løtuni verður ein sending hjá Útvarpi Føroya gjørdi í Studio Pegasus í Klaksvík. Tað er sendingin Alpha Proxima, sum verður send hvørt leygarkvøld.
Hava tit áhuga í at víðka samstarvið við Útvarp Føroya?
? Tað er eisini ein møguleiki. Eg havi tvær ferðir sett meg í samband við Útvarpið fyri at tosa um samstarv, men enn er einki komið burtur úr tí, sigur Steintór Rasmussen.
? Tað er í grundini skeivt, at Útvarp Føroya, sum er fyri allar føroyingar, skal hava alt sítt virksemi og øll síni starvsfólk í Havn, og eg sakni at ÚF sjálvt vísir initiativ á økinum. Tað kann ikki verða rætt, at vit skulu koma til teir við einari lidnari vøru, og so skulu teir avgera, um teir eru áhugaðir ella ikki í at senda tað.
? Tað hevði verið gagnligt við tíðindum og røddum úr norðoyggjum, men tað er hóast alt eitt lítið framstig, at ein sending hjá ÚF verður gjørd í Studio Pegasus.
Verður Studio Pegasus útvarpsstøð í ár 2000?
? Tað er ikki óhugsandi, men tað veldst um meira enn tann eina persónin. Nógv skal fáast upp á pláss frammanundan. Hvørji fólk skulu verða við, hvønn skulu vit samstarva við, fígging, hvat skulu vit senda, hvussu nógv og so víðari.
? Men áhugin fyri at gera útvarpssendingar í Klaksvík er stórur, og tað er upplagt, at tað verður sent útvarp úr Klaksvík, tað skuldi tað verið gjørt fyri langari tíð síðani, sigur Steintór Rasmussen.