Pegasus framleiðir sjónvarpssendingar

Studio Pegasus hjá Steintóri Rasmussen í Klaksvík er nú farið undir at framleiða sjónvarpstilfar. Tvær sendingar úr Múla eru seldar Sjónvarpi Føroya, og Pegasus hevur annars sýnt áhuga at gera tilfar til sjónvarpið

 

Stjórin í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal, váttar, at hann hevur tikið avgerð um at keypa tvær sendingar frá Studio Pegasus. Hesar sendingar eru tiknar upp í Múla, tá Steintór saman við hinum í Pegasus gjørdi sendingarnar ?Aftur til Múla? til Útvarp Føroya.

Mikkjal Helmsdal sigur, at hetta er ein roynd at byrja við, og síðani fæst at síggja, hvat kemur burturúr. Hann leggur tó dent á, at samstarvið millum SVF og Pegasus ikki verður sum samstarvið við ÚF, tí tað er meira krevjandi at gera sjónvarp enn útvarp.

Hann sigur, at sjónvarpið ikki hevur nakað ímóti at samstarva, so leingi fíggjarorkan er til tess, um Pegasus kanska kann gera áhugaverdar sendingar.

Sendingarnar til útvarpið vóru átta í tali og hava verið í luftini. Til sjónvarpið verða tvær sendingar gjørdar. Tær verða kliptar nú og væntandi sendar í januar.

Steintór Rasmussen sigur, at tey hava keypt upptøkutól og redigeringsmaskinu fyri stuttum. Við hesum fer Studio Pegasus spakuliga undir at gera sjónvarp.


Nýggjur kapittul

Steintór Rasmussen sigur, at hetta er ein nýggjur kapittul í virkinum hjá Studio Pegasus. Frammanundan hevur upptøkustovan framleitt nøkur sjónbond við Nósa, Kulum Rótum og Trøllapæturi.

So Pegasus hevur nakrar royndir innan hetta økið frammanundan. Nú tykist sum hetta virksemið verður meira skipað, og at tey fara at leggja seg meira eftir at framleiða sjónvarp framyvir.

? Hetta er spennandi at fara undir, men vit vilja ikki spenna bogan ov høgt at byrja við. Vit fara spakuliga í gongd, og so fáa vit at síggja, hvat spyrst burturúr, sigur Steintór Rasmussen, ið ikki vil taka munnin ov fullan.

Pegasus hevur gjørt íløgu í sjónvarpsútgerð, og henda íløga skal sjálvandi geva nakað aftur. Steintór Rasmussen nevnir fleiri møguleikar at gera smærri upptøkur, ið ikki endiliga skulu latast sjónvarpinum.

? Vit eru opnir fyri øllum kreativum hugskotum, og tað kann t.d. vera videoløg og aðrar upptøkur til sjónbond. Tað er avgjørt grundarlag og tørvur á slíkari útgerð her norði, sigur Steintór.

Steintór nevnir eisini møguleikan at samstarva við Atlantis á hesum økinum, og tað hevur hann tosa við leiðaran í mentanarhúsinum um.

Enn er tó lítið ítøkiligt at frætta frá Pegasus. Staðfestast kann at slóðbrótandi upptøkustovan í Klaksvík hevur víðka virksemi við framleiðslu av sjónvarpstilfari.

Í dag eru eini fimtan fólk knýtt at Studio Pegasus, men eingin er í fulltíðar starvi. Pegasus byrjaði í 1998, og at byrja var tað bara eitt upptøkuhøli, og higartil hevur Pegasus framleitt tólv fløgur.

Síðani varð farið undir at gera útvarpssendingar fyri Rás 2. Hetta samstarvið var stutt, og síðani varð samstarv tikið upp við Útvarp Føroya, og nú tykist Pegasus at vera ein fastur táttur í útvarpsskránni.

Seinasti parturin av virkseminum hjá Studio Pegasus er sjónvarpsframleiðsla.