Argja Bóltfelag hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Pedro Tarancon Anton.
Pedro Tarancon Anton er ættaður úr Spania og kom til Føroya í 2016. Síðani hevur hann spælt við B68 burtursæð frá seinnu hálvu í 2017, tá ið hann umboðaði ÍF.
Sambært faroesoccer.com hevur spanski verjuspælarin spælt 31 dystir í Betri deildini, 58 dystir í 1. deild og fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið.
Pedro er føddur 18. desember í 1985. Mikudagin verður hann 34 ár, og sambært AB heimasíðuni verður hann elsti maður í AB hópinum.