Champions League-meistararnir FC Barcelona hava longt sáttmálan við Pedro eitt kappingarár, soleiðis at hann er knýttur at felagnum til á sumri í 2016. Samstundis er greitt, at feløg, sum kanska hava hug at keypa Pedro leysan av sáttmálanum, skulu langt niður í lumman eftir pengum. Tí sambært FC Barcelona skal felagið hava 1,1 milliard krónur afturfyri. Áðrenn sáttmálin varð longur, var prísurin 670 milliónir krónur.
Tann 23 ára gamli Pedro hevur verið fastur maður á besta liðnum hjá FC Barcelona, síðani Pep Guardiola flutti hann upp av eykaliðnum á sumri í 2009. Síðani hevur Pedro skotið 45 mál fyri CL-vinnararnar.