Pedofilur skal ganga við GPS uppi á sær alt lívið

Tað er ikki brot á grundlógartryggjað rættindi, at ein pedofilur er dømdir at ganga við GPS sendara uppi á sær alt lívið.

 

Ta niðurtøðuna er ein kærudómstólur í USA komin til, skrivar Washington Post, og onnur bløð nú um dagarnar.

 

Nógv kjak er um, hvussu kynsligur ágangur ímóti børnum skal revsast, og nú hava amerikanskir dómstólar tikið tað sermerkta stigið at døma ein mann til at ganga við GPS-sendara uppi á sær so leingi hann hevur eftir at liva.

 

Men í USA er revsingin eisini munandi harðari enn um okkara leiðir, tí her er talan um ein mann, sum tvær ferðir hevur gjørt seg inn á børn og hann var dømdur at sita í fongsli í 10 ár.

 

Hann varð royndarlatin eftir seks ár, men settur inn aftur, eftir at hann hevði tvær ferðir afturat hevði roynt at seta seg í samband við børn.

 

Hann varð eisini dømdur at ganga við GPS-sendara uppi á sær, tá ið hann varð leyslatin, men tann dómin skeyt hann inn fyri hægri rætt, tí verji hansara metti, at hetta var í stríð við amerikansku grundlógina.

 

Men nú er kærudómstólurin so komin til ta niðurstøðu, at tað er tað ikki.