Pedofili á breddan aftur

Umstrýddur hackarabólkur er byrjaður at jagstra pedofil. Bólkurin, ið kallast Anonymous, er ikki nýggjur, men er nú farin undir at almannakunngera teldu- og IP-adressur hjá pedofilum.

Tað skrivar Politiken.

Talan er um ein altjóða hackara-bólk, sum hevur almannakunngjørt umleið 500 teldu- og IP-adressur og heimasíður hjá fólki, sum hava verið aktiv á ymiskum pedofilisíðum á netinum.

Í summum førum hevu bólkurin eisini almannakunngjørt telefonnummur hjá pedofilum og umsitarar av síðunum, umframt samskifti, sent millum pedofilar.

Millum almannakunngjørdu mailadressurnar eru fleiri frá Hollandi, Belgia, Bretlandi og USA. Nakrar eru hotmail- ella gmail adressur, og kunnu tí ikki tjóðarfestast.

Hackarabólkurin hevur sett sær sum mál at strika pedofilsíður um allan heim.

»Vit eru Anonymous. Vit eru eitt herlið. Vit fyrigeva ikki. Vit gloyma ikki. Rokna við, vit koma«, skrivar bólkurin.

Bólkurin hevur funnið fram til fleiri enn 100 síður, sum teir hava lagt svartar. Framtakið byrjaði um vikuskiftið, og hóast nær eru komnar upp á koyra, eru enn 85 svartar, skrivar politiken.dk.