Í hølunum hjá Eilif Arge heldur nýstovnaði felagsskapurin, 'Verjið børnini', til hetta vikuskiftið.
- Í roynd og veru byrjaðu vit í fjørheyst, tá eg skipaði fyri valfundi her í Klaksvík. Heitið var 'Brót tøgnina', og høvdu vit savnað teir flestu bólkarnar, sum høvdu við barnamisnýtslu at gera, til valfundin, sigur Mimmy Vágsheyg, forkvinna í 'Verjið børnini'.
- Tá fann eg so útav, hvussu nógv var at taka fatt í fyri at froyna at steðga barnamisnýtslu.
Tað var ikki, fyrr enn eitt kjak á Facebook um pedofili veruliga gjørdist heitt fyri kortum, at kjakið um barnamisnýtslu varð sett á samfelagsligu dagsskránna.
- Vit valdu at smíða, meðan jarnið var heitt og stovnaðu felagið, áðrenn kjakið doyði út.
- Tey misnýttu børnini hava fingið tað ringasta kortið í hondina. At tey ikki hava nakað felag, sum arbeiðir fyri tey, er heilt syrgiligt, sigur Mimmy, sum heldur tað vera keðiligt, at eitt slíkt felag ikki er sett á stovn fyri langari tíð síðan.
Sálarfrøðingurin Tóra Petersen gjørdi eina kanning um barnamisnýtslu, har tað vísti seg, at tey føroysku tølini vóru yvirhøg.
- Tað er heilt ræðandi. Í Føroyum vísti tað seg, at 5,2% av hvørjum árgangi høvdu verið útsett fyri misnýtslu í mun til eini 1% í hinum Norðanlondunum, sigur Mimmy, sum heldur, at orsøkin til tað skal finnast í, at Føroyar eru eitt so lítið samfelag, og at øll kenna øll.
- Eg kann við allari vissu siga, at pedofilar finnast í hvørjari bygd í Føroyum. Og teir eru í øllum aldrum og øllum klassum. Frá sunnudagsskúlalærarum til alkoholikarar, frá lærarum til fiskimenn, slær Mimmy fast.
Nýstovnaða felagið hevur fleiri endamál.
- .Vit ætla at arbeiða við at fáa strangari revsing til pedofilar, krav um barnatest, og at fáa eitt barnahús, har misnýtt børn kunnu venda sær.
- Men mest av øllum ynskja vit at bróta tabu'ið kring barnamisnýtslu, so fleiri tora at siga frá, og at løgtingið fer nógv meira málrættað til verka fyri at verja okkara børn. Tað kann ikki vera rætt, at vit lata tilvildina ráða, um børnini koma í klørnar á pedofilum ella ikki, tí ein misnýtsla oyðileggur lívið hjá barninum fyri altíð, sigur Mimmy.