Seinastu mánaðirnar hevur alt Føroyaland verið á gosi um mongu pedofilarnar og teirra offur, ið eitt fyri og annað trína fram og greiða frá síni søgu. Eisini er bólkur stovnaður á internetinum, ið hevur sum mál at steðga allari pedofili í Føroyum.
Men ber tað til at rudda allar pedofilarnar út úr Føroyum? Hvørjir eru hesir pedofilarnir? Og hvørja revsing fær ein abbi, fosturpápi ella ungur drongur, sum hevur havt kynsligt samband við eitt barn?
Hetta er eitt evni og spurningar, sum upptaka mongu útisetar okkara eins væl og føroyingar í Føroyum – og tí hevði Ghetto Føroyar valt at varpa ljós á hetta.
Til at skifta orð um evnið vóru tveir gestir í studionum í Bank Nordik á Amager: Bjørt Lind, sum skrivar spesiali um misnýtt børn og hevur starvast á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, á deildini, sum hevur við seksuelt misnýtt børn at gera. Og Jan Klein Olsen, sum lesur løgfrøði og hevur arbeitt í ákæruvaldinum hjá løgregluni í Norðursælandi.
Bjørt Lind greiddi frá, at tað, sum millum mannað verður rópt pedofilar, ikki kann skerast yvir ein kamb. Tað eru ymisk sløg av fólkum – serliga monnum – sum gera seg kynsliga inn á børn. Nakrir pedofilar eru eisini sálarliga sjúkir, men ikki allir, og nakrir menn fáa ikki pedofilar tankar fyrr enn á gamalsaldrinum, meðan aðrir eru føddir við hesum.
Jan Klein Olsen greiddi frá løgfrøðisliga partinum av málum sum hesum. Og løgfrøðin er køld og kontant og við revsilógini verður bara hugt ítøkiliga eftir gerðunum, um samlega hevur verið , um gerningsmaðurin fekk útloysing og so framvegis. Út frá hesum verður so støða tikin til, hvør dómurin skal vera – og har er tað dómarin, sum eina og aleina avgerð, hvussu hørð revsingin skal vera. Í Føroyum kann henda vera millum nakrar fáar mánaðir og upp í 12 ár.
– Men tað eru heilt serlig ting, sum spæla inn, tá onkur verður dømdur 12 ára fongsulsrevsing, vísti Jan Klein Olsen á.
Talan var um sera drúgt og upplýsandi orðaskifti, har avhoyringarhættir, leikluturin hjá barninum, sálarfrøðin á økinum, skuldarkensla og alternativar revsingar vórðu umrøddar. Orðaskiftið kann hoyrast í síni fullu longd á Facebook-síðuni Ghetto Føroyar.