Christina Pedersen var í serflokki besti leikarin, tá Danmark í einari dramatiskari áttandaparts finalu eftir eykatíð vann 23-22 á Japan í gjárkvøldið.
22 av teimum 43 skotunum frá japansku leikarunum tók Christina Pedersen, og tað vigaði gevaldigt upp móti elendigum álopsspæli frá donsku útileikarunum.
Tað sá annars milt sagt ikki gott út hjá donsku favorittunum, tá Japan var á odda 19-16 við tveimum minuttum eftir at spæla. Men onkusvegna eydnaðist Danmark at koma aftur í aftur og koma upp á 19-19 áðrenn seinasta bríksl.
Og í eykatíðini eydnaðist so donsku favorittunum at vinna dystin 23-22.
Eftir ein ræðuliga vánaligan dyst kom Danmark kortini víðari, og skal nú møta Angola í fjórðingsfinaluni. Vinnur Danmark har, er eisini OL-luttøkan tryggjað.