Pedagogurin fekk 60.000 krónur í endurgjaldi

Hálvtannað ár eftir, at málið um setanina av leiðara til frítíðarskúlan á Tvøroyri byrjaði, er tað umsíðir endað. Rætturin skuldi annars viðgera eitt krav um endurgjald í málinum, men nú hava Pedagogfelagið og Tvøroyrar Kommuna gjørt eina semju um, at pedagogurin, sum ikki fekk leiðarastarvið fær 60.000 krónur í endurgjaldi

Í morgin, hósmorgunin kl. 9.15, skuldi Føroya Rættur viðgera málið, um eitt krav frá Føroya Pedagogfelag um endurgjald frá Tvøroyrar Kommunu.
Málið byrjaði í juli 2004, tá søkt varð eftir einum leiðara til fríðtíðarskúlan á Tvøroyri. Lógin sigur, at ein pedagogur skal hava hetta starvið, og ein pedagogur søkti eisini saman við einum lærara.
Pedagogurin fekk starvið, men hesum setti Tvøroyrar Kommuna seg ímóti, og síðani hevur verið togast bæði aftur og fram. Enn tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum var frammi og hótti við at steingja skúlan.

Lógin yvirhildin
Tað kom tó ongantíð so langt sum, at skúlin varð stongdur. Søkt var av nýggjum eftir leiðara til stovnin, og síðani varð ein pedagogur settur í leiðarastarvið á frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
Í so máta bleiv lógin í síðsta enda yvirhildin, og tað fegnast Jarvin Feilberg Hansen, formaðurin í Pedagogfelagnum, um.
Men Pedagogfelagið slepti tó ikki málinum her, og vegna limin, sum ikki fekk leiðarastarvið, stevndu teir Tvøroyrar Kommunu eftir endurgjaldið. Hetta skuldi Føroya Rættur so viðgera í morgin, men tað verður nú av ongum. Tí í gjárkvøldið samdust Føroya Pedagogfelag og Tvøroyrar Kommuna um, at pedagogurin skal fáa 60.000 krónur í endurgjaldi og Pedagogfelagið harvið sleppur endurgjaldskravinum.
– Ja, nú funnu vit enn einaferð fram til eina semju, sigur Jarvin Feilberg Hansen skemtandi, tá vit fingu orðið á hann og bóðu hann um eina viðmerking.
Hann sigur seg fegnast um, at lógin varð yvirhildin og ein pedagogur varð settur sum leiðari fyri frítíðarskúlan, og eisini at hin pedagogurin nú hevur fingið eitt so frægt endurgjald.